Mowi søkir bókhaldara
Dugir tú við tølum og skipanum? Mowi søkir bókhaldara til fyrisitingardeildina á virkinum inni á Strondum.
Vit leita eftir einum nýggjum starvsfelaga, sum kennir alt til fyrisiting, bókhald og tað, sum slíkt annars inniber.
Uppgávur
Tú fert at arbeiða við nógvum ymiskum telduskipanum, so tí vænta vit, at tað er eitt-tvey-trý hjá tær at læra nýggjar skipanir at kenna. Umframt bókhald – sum tú hevur royndir við – verður tað eisini tín uppgáva at samskipa og fyriskipa vitjanir og tiltøk hjá Mowi.
Førleikar
Tað hevur nógv at siga, at tú ert fyrikomandi, dugir at taka rættar avgerðir av tínum eintingum og at loysa uppgávur við góðum huga og nærlagni. Tað er eisini neyðugt at duga enskt, tí Mowi er partur av Mowi ASA, sum er heimsins størsti alari og harvið eitt altjóða arbeiðsumhvørvi við starvsfelagum kring allan heim.
Starvið
Talan er um fulltíðarstarv, og starvstaðurin er á virkinum á Strondum. Lønin verður ásett eftir avtalu.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna Ree Winthereig, fíggjarleiðara, á 791006 ella arne.winthereig@mowi.com.
Umsóknir skulu sendast til mowi.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er 16. mars.
—
Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.