Mowi søkir maskinfólk
Dugir tú við maskinum? Mowi søkir maskinfólk til smoltstøðina á Hellunum.
Sum maskinfólk verður tú partur av tekniska toyminum, ið skal tryggja, at tøknin á støðini riggar, sum hon skal, og at fiskavælferðin hjá laksinum altíð er í hásæti.
Uppgávur
Tínar arbeiðsuppgávur fevna um at viðlíkahalda, umvæla, nýgera og at betra verandi útgerð á støðini so sum neyðstreymsanlegg, kompressorar, pumpur, blásarar, køliskipanir, plc-stýriskipanir og annan útbúnað.
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur eitt jaligt lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Harafturat at tú hevur royndir við tí útgerð, ið er nevnd omanfyri. Hevur tú áhuga fyri lívfrøði, er tað ein fyrimunur. Viðkomandi útbúgvingar eru: maskinistur, maskinmeistari, elektrikari, maskinsmiður, verkfrøðingur ella líknandi.
Starvið
Starvsstaðurin er á Hellunum, og arbeiðstíðin er frá 8-16. Tú verður tó partur av vaktarskipanini og mást tí kunna arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð eisini. Lønin verður ásett eftir avtalu.
Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Leif av Reyni, leiðara á støðini, á 791097 ella leif.reyni@mowi.com.
Umsóknir skulu sendast til mowi.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er 14. mars.
—
Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.