Laksurin, sum Mowi framleiðir í Føroyum verður seldur og marknaðarførdur undir egnum merki. Hetta er fyri betri at kunna siga søguna um laksin úr Føroyum: Heimsins besta laks. Handfarin við nærlagni. Handfarin av náttúruni. Hetta er Rinka. Laksur úr Føroyum frá Mowi.
Um okkara brand og vørurHjá Mowi er fólkið kjarnin í okkara virksemi. Vit eru fleiri enn 14.500 starvsfólk, og eru heimsins størsta alifyritøka. Vit leita altíð eftir framsøknum og nýhugsandi fólkum at arbeiða saman við okkum.
Kom viðMowi ASA er leiðandi í heiminum innan sjógæti, og er heimsins størsti alari av atlantslaksi. 14.537 fólk arbeiða hjá Mowi, og felagið virkar í 25 londum. Umstetningurin var í 2018 3,8 milliardir evrur. Mowi er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo (OSE), og partabrævið verður eisini handlað á OTC-marknaðinum í USA.
Havið er lykilin til at breyðføða heimin. Tó koma bert 2% av heimsins matvørum úr sjónum.
Aling hevur serliga lítið CO2-útlát og kann tí fáa ein støðugt vaksandi leiklut í at veita vaksandi fólkatalinum í heiminum mat.
Laksur kann vera ein týdningarmikil partur av eini heilsugóðari kostætlan; ikki bert er hann á tremur við góðum proteinum, hann er eisini ein góð kelda til omega-3 og vitaminir og mineral.
Okkara hugburður til heilsu og vælferð hjá okkara laksi verður ikki tikin. Vit eru errin av at ala okkara laks til góðsku í serflokki.
Vitja okkara landasíður:
×