Okkara vinnuligi hugburður er kjølfestur í trúnni um, at aling á sjónum kann burðardygt tryggja heiminum heilsugóðan og føðsluríkan mat fyri ein sámuligan prís. Mátin, sum vit fara við umhvørvinum, hevur alt at siga fyri at røkka okkara langtíðarmálum og verja áhugamálini hjá komandi ættarliðum.
Vit arbeiða eftir einari burðardyggari virkisætlan, sum er gjørd sambært heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning. Við hesi virkisætlan eru langtíðarmál sett fyri øll okkara virkisøki.
Les okkara ársfrásøgnUmleið 70% av heiminum liggur undir vatnskorpuni. Hóast hetta koma bert 2% av matinum í heiminum úr sjónum.
Altjóða er fiskivinnan undir vaksandi trýsti, og aling gerst ein størri og størri partur av loysnini at veita heiminum mat á borðið.
Hjá Mowi trúgva vit upp á, at aling á sjónum kann burðardygt tryggja heiminum heilsugóðan, føðsluríkan mat fyri ein sámuligan prís.
Ikki bert er útlátið av laksaaling minni, men í mun til framleiðslu av høsnum (45%), grísum (52%) ella lambskjøti (38%) er úrtøkan av mati í laksi hægri (68%). Fyri Mowi merkir hægri úrtøkan av mati, og 100% endurnýtslan av tí, ið framleitt verður (td. slógv og annað), at hvørt einasta gramm av laksi verður gagnnýtt.
Mowi gongur á odda við tøkniligu menningini, har vit umskapa mátan, sum alivinnan arbeiðir. Tó kann ongin fyritøka einsamøll loysa allar avbjóðingarnar við burðardygd. Mowi samstarvar við fleiri áhugabólkar fyri at fremja opnan og reiðiligan dialog, so vit tryggja at regluverk alla tíðina verða ment, eins og umhvørvisligar og sosialar mannagongdir verða betraðar.
Tað er ikki hissini uppgáva at átaka sær at leiða bláu kollveltingina. Sum talið av heimsins íbúgvum alsamt veksur, veksur tørvurin á heilsugóðum mati. Havið megnar ikki av sær sjálvum at nøkta dagsins tørv, so vit hava upp á stutta tíð megnað at gjørt aling til eitt gott ískoyti til fiskivinnuna. Og nú alivinnan kring
Vit hava latið úr hondum okkara fyrstu ársfrásøgn í okkara nýggja hami, har vit geva okkara partaeigarum eitt gott innlit í okkara virðisketu. Heimsis størsta alifyritøka kunngjørdi í 2018 navnaskiftið til Mowi, og tilhoyrandi brandingina. Skiftið var lutvíst ein heiðran av undangongumonnunum innan laksaaling, men eisini ein viðurkenning av, at fyritøkan nú eigur og stýrir
Søgan hjá havbúnaðinum byrjaði í Kina fyri meira enn 2000 árum síðani. Alingin av karpa nøktaði ein grundleggjandi tørv; at hava støðugt útboð av fiski, sum ikki var bundið av árstíðunum ella váðanum, sum hoyrir til vanliga fiskivinnu. Seinastu áratíggjuni hava víst, at flestu fiskastovnar eru tømdir, og at tøkan í alheimshøpi er antin minkandi
Vitja okkara landasíður:
×