Hjá Mowi arbeiða vit í samljóði við havið fyri at framleiða føðsluríkt og vælsmakkandi hágóðskusjógæti. Vit framleiða ein fimtapart av heimsins alda atlantslaksi. Nýhugsan og menning drívur verkið í strembanini eftir at lúka hægstu krøvini til burðardygd.
Mowi er ein av størstu sjógætisframleiðarunum í heiminum, og heimsins størsti alari av atlantslaksi.
Síðan Mowi-ævintýrið byrjaði í 1964 í Noregi er fyritøkan vaksin og nógv broytt. Frá eyðmjúkum korum, tá ið nakrir undangongumenn byrjaðu at ala fisk í bakgarðinum, til í dag, nú Mowi er leiðandi á heimsmarknaðinum. Meðan fyritøkan er vaksin, bæði natúrliga og við uppkeypum, hevur Mowi varðveitt støðuna sum leiðandi í alivinnuni. Virksemið í Føroyum byrjaði í 1984, tá nakrir av Køksbrøðrunum við frúum, úr Fuglafirði, umframt ein familja av Hellunum, fóru at ala smolt á Hellunum. Smoltstøðin fekk navnið Laxá. Hetta vóru undangongufólk, og tað var rættiliga frumkent at byrja við. Tey fóru undir at ala úti í kørum, svóvu í tjaldi, og gjørdu mat á primusi. Soleiðis vóru lunnar lagdir undir tað, sum í dag er Mowi Føroyar.
Mowi-ævintýrið byrjar
Fyrsta laksasmolt í sjógvi. Hydro keypir 50% av Mowi
Mowi gerst eitt kent merki
Fleiri uppkeyp, og Norsk Hydro fær 100% ognarlut í Mowi
Smoltaling við Laksá á Hellunum byrjar
Norðaling verður staðsett í Oyndarfirði
Felagið í Oyndarfirði verður selt til Pan Fish
Pan Fish keypir felagið Laxá á Hellunum
Marine Harvest group verður stovnsett, sum samanlegging av trimum sjálvstøðugum feløgum (Pan Fish, Marine Harvest og Fjord Seafood)
Mowi stovnar egna fóðurframleiðslu, og styrkir harvið sína egnu virðisketu
Morpol gerst partur av Marine Harvest Group
Mowi í Føroyum fer undir at branda føroyska laksin undir navninum Rinka
Marine Harvest keypir Gray Aqua Group og Northern Harvest, og setur Mowi Canada East á stovn
Marine Harvest verður aftur Mowi
MOWI matvørubrandið verður almannakunngjørt
Tað er ikki hissini uppgáva at átaka sær at leiða bláu kollveltingina. Sum talið av heimsins íbúgvum alsamt veksur, veksur tørvurin á heilsugóðum mati. Havið megnar ikki av sær sjálvum at nøkta dagsins tørv, so vit hava upp á stutta tíð megnað at gjørt aling til eitt gott ískoyti til fiskivinnuna. Og nú alivinnan kring
Vit hava latið úr hondum okkara fyrstu ársfrásøgn í okkara nýggja hami, har vit geva okkara partaeigarum eitt gott innlit í okkara virðisketu. Heimsis størsta alifyritøka kunngjørdi í 2018 navnaskiftið til Mowi, og tilhoyrandi brandingina. Skiftið var lutvíst ein heiðran av undangongumonnunum innan laksaaling, men eisini ein viðurkenning av, at fyritøkan nú eigur og stýrir
AVBJÓÐINGAR Hvønn dag framleiða vit hágóðskualilaks og virðisøkta vøru. Høga góðskan verður tryggjað við arbeiðsgongdum, starvsfólkamenning og við at læra frá hvørjum øðrum og lata vitan millum lond. Umframt hetta menna vit áhaldandi okkara skipanir innan eftirlit og góðskutrygging, og vit seta í verk nýggja tøkni, sum hjálpir okkum at veita hágóðskuvørur kring allan knøttin.