Laksur er heilsugóður
Laksur er ikki bara vælsmakkandi. Hann er eisini eitt gott val tá ið umræður heilsuna.
Í roynd og veru verður laksur ofta umrøddur sum sera føðslugóður matur, og hetta ger okkara vørur til nakað serstakt.
Í hesum døgum hava meira enn 30 % av brúkarum minkað um nøgdina av kjøti, sum tey eta. Samstundis eta tey munandi meira av fiski. Hyggur tú eftir føðsluevnunum, sum eru í fiski, so er tað ikki løgið, at fiskur verður settur á breddan hjá heilsutilvitaðum brúkarum.
Laksur er proteinríkur matur, við munandi færri kalorium enn kjøt. Í 100 grammum av laksi eru 139 kaloriur og 23 gramm av proteini. Til samanberingar eru í 100 grammum av oksakjøti 210 kaloriur og 20 gramm av proteini. Og laksur gevur hesa nøgdina av føðslu við umleið einum tíggjundaparti av umhvørvisárinunum, samanborið við kjøtframleiðsu. Hetta er enn ein orsøk at eta laks.
Heilsumyndugleikar kring knøttin viðurkenna týdningin av feitum fiski í gerandiskostinum. Laksur inniheldur nógv omega-3 feit, og kanningar vísa, at tað er gott fyri hjarta og æðrar regluliga at eta laks. Harumframt hevur laksur er eisini evni, sum eru góð móti bruna. Hetta er gott móti eitt nú liðagikt og -bruna, og lækkar blóðtrýstið.
Vælsmakkandi og heilsugóður sum laksur er, hevur hann eisini ein føðsluprofil, sum fáar aðrar vørur kunnu reypa sær av. Laksur er góður fyri heilan: Tað gerst meira og meira próvfast, at etur tú laks, so betrar tú tínar kognitivu førleikar á øllum økjum – líka frá móðurlívi til ellisárini. Umframt at hava stórar nøgdir av omega-3, hevur laksur eisini nógvar aðrar vitaminir, eitt nú B6 og B12, eins og E- og D-vitaminir. Laksur er veruliga føðslugóður matur, sum við hvørjum bita gevur kroppinum so nógv gott, at tað er skilagott at hava laks á døgurðaborðinum hvørja viku.