Umhvørvisvinaliga proteinið - MOWI - Faroes

Umhvørvisvinaliga proteinið

Healthy salmon
Heilsugóður laksur

2018 fer helst í søgubøkurnar sum árið, har evni sum veðurlagsbroytingar og umhvørvissinni fóru frá at vera nakað, sum fá høvdu áhuga í, til at vera høvuðsevnið kring knøttin. Havbúnaðurin og serstakliga laksaaling hevur eina góða søgu at siga um júst hetta.

Seinasta oktobur, tá ið veðurlagsfrágreiðingin hjá Sameindu Tjóðum varð almannakunngjørd, varð kravið um handling so mikið sterkt, at tað ruddaði forsíðurnar kring knøttin. IPCC-frágreiðingin greiddi frá, hví útlátið av vakstrarhúsgassum skal niður í eina helvt áðrenn 2030, um vit ætla at sleppa undan álvarsligum avleiðingunum og halda hitavøkstrinum á 1,5 stigi yvir hitanum áðrenn ídnaðarkollveltingina. Uttan iva endaði 2018 við størri umhvørvistilvitan kring knøttin, og við einari felags fatan av, at okkara mál fyri umhvørvinum mugu setast hægri.

SETA FRAMSØKIN MÁL

Málið hjá Mowi er at áhaldandi stremba eftir hægstu málum umhvørvisliga. Í royndini at varðveita dygdargóðan rakstur í framtíðini, er tað av alstórum týdningi, at vit bera okkum ábyrgdarfult at, og virka gjøgnumskygt og fyribyrgjandi. Vit leggja herðslu á at máta og minka um okkara orkunýtslu, og hvørt ár samstarva vit við ein uttanveltaðan stovn, sum kann máta og skjalfesta orkunýtsluna og útlátið av vakstrarhúsgassum. Hesi tøl eru almannakunngjørd saman við okkara fráboðan um samstarv við Carbon Disclosure Project (www.cdp.net) – ein felagsskapur, sum stílar fyri opinleika, innliti og átøkum at seta í verk, og sum hevur yvirlit yvir 6000 fyritøkur og umleið ein fimtapart av útlátinum av vakstrarhúsgassum kring knøttin. At viðurkenna veðurlagsbroytingarnar er ein týðandi lutur fyri Mowi, og vit hava sett fleiri tiltøk í verk tvørtur um okkara alifyritøkur innan bæði sjálva alingina, innan fóður og innan sølu og marknaðarføring, í royndini at minka um ávirkanina á heimin.

Stern lordur, á lærda háskúlanum í London innan búskaparfrøði, segði: Vakstrarsøgan í 21. øld snýr seg um at minka um kolevnisútlát … og søgan hevur vaksið seg sterkari og sterkari, og er veruliga lokkandi nú”. Havbúnaðarvinnan hevur natúrligar fyrimunir í mun til orkunýtslu og vit halda, at tað er ein týdningarmikil partur av at skapa eina loysn í einari kolevnisvinarligari framtíð. Samanborið við eins proteinríkt jarðarbrúk, er alifiskur eitt nú ikki noyddur at regulera kropshitan. Við lægri FCR, størri proteinøgd, betri orkunýtslu og størru úrtøku av mati, er úrslitið, at alilaksurin hevur eitt kolevnisspor á 2,9 kg/cO2, sum er munandi minni enn eitt nú framleiðsla av neytakjøti (30 kg), og umleið helmingurin av tí hjá grísi (5,9 kg). Tað er ein einastandandi møguleiki Mowi at reka sunt vinnuvirksemi við støði í hesum sannroyndunum, samstundis sum vit áhaldandi leita eftir nýggjum leiðum innan orkusparing til alla fyritøkuna. Serstakliga til tey tyngru økini, har nógv orka verður nýtt.

“Tilvitanin hjá okkara starvsfólkum er kjarnin í okkara strategi innan skjalfestan, málsetningar og orkusparandi tiltøk”, sigur Catarina Martins, deildarleiðari hjá Mowi fyri umhvørvi og burðardygd. Í mun til GHG útlát og orkunýtslu, var málið fyri 2018 ein minking á 10 prosent samanborið við 2016.

NÁGREINA ÁTØK

Ásannandi at ein stórur partur av GHG-útlátunum hjá Mowi stavar frá okkara framleiðslustøðum, hevur hesin parturin av fyritøkuni verið undir áhaldandi gransking. Alt frá at hava skift frá siðbundnum ljóskeldunum til LED ljós, til at nýta alsamt fleiri termoloysir – eitt nú durateppi sum halda hitanum inni, til at fáa sum mest burtur úr kompressarunum og kondensatorum – menningarmøguleikarnir eru nógvir og gera mun hvør í sínum lagi.

Tvørturum alla fyritøkuna hava vit økt um okkara fokus og tilvitan, og tað gevur munagóð úrslit. Okkara átøk eru umfatandi og í vøkstri. Til dømis: At minka um útlátið í sambandi við flutning; at skifta gamla útgerð út við orkuvinarligari alternativ; at nýta sensorar í okkara ljósloysnum; at minka um standby-orkunýtslu; at nýta skjótihurðar; og púra einfalt at sløkkja útgerð í døgurða- og øðrum steðgum.

ÚTTANVELTAÐ EFTIRLIT VIÐ ÚRSLITUM

Okkara áhaldandi samstarv við ASC (Aquaculture Stewardship Council) um teirra sertifiseringsætlan, krevur áhaldandi eftirlit og próvførslu um orkunýtsu og GHG útlát. Hetta fer bert at økjast, nú vit fara at rulla ASC krøvini út á okkara alibrúk kring allan knøttin. Okkara limaskapur í Seafood Business for Ocean Stewardship Initiative, sum er stuðlað av SeaBOS, hevur felt í reglugerðina innan burðardygd fyri partafeløg, eina serliga ábyrgd tá ið umræður GHG útlát.

Nú vit eftir øllum at døma eru í einum tíðarskeiði í heimssøguni, har gerðir menniskjans eru farnar at ávirka umhvørvið beinleiðis, hevur Mowi í hyggju at ganga fremst innan sjógætisframleiðslu, samstundis sum vit seta okkum fyri at røkka heimsmálunum hjá ST innan burðardygga menning.

Vitja okkara landasíður:

×