Taka heimsins avbjóðingar í álvara
Søgan hjá havbúnaðinum byrjaði í Kina fyri meira enn 2000 árum síðani. Alingin av karpa nøktaði ein grundleggjandi tørv; at hava støðugt útboð av fiski, sum ikki var bundið av árstíðunum ella váðanum, sum hoyrir til vanliga fiskivinnu.
Seinastu áratíggjuni hava víst, at flestu fiskastovnar eru tømdir, og at tøkan í alheimshøpi er antin minkandi ella stendur í besta føri í stað; avreiðingarnar í OECD-londindunum eru í dag 40% av tí, sum tær vóru í áttatiárunum.
Meðan vanligur fiskiskapur er minkaður kring knøttin, er havbúnaðurin vaksin tilsvarandi. Havbúnaður er ikki longur ein nissja, men hevur aling seinastu árini staðið fyri meira enn 50% av fiskavørunum kring knøttin.
Grundarlagið undir aling er eisini vaksið í vavið seinastu árini. Tí grundarlagið er ikki longur bert at veita fiskavørur, sum fiskivinnan ikki megnar at veita. Nú er aling eisini ein vaksandi viðleikari í at veita heiminum matvørur í tíðum, har alheims fólkatalið veksur skjótt, og tað undir støðugum hóttanum frá veðurlagsbroytingum.
Fyri umleið 100 árum síðani var fólkatalið í heiminum 2 milliardir. ST metir, at í 2050 fer fólkatalið at tátta í 10 milliardir fólk. Spurningurin um, og boð upp á loysir fyri, hvussu hesar 10 milliardirnar skulu breyðføðast, kann væl verða avgerandi avbjóðingin fyri 21. øld. Her meta vit í Mowi okkum at vera sera væl egnað at verða við til at ganga á odda.
Heimurin møtir møguliga sínum marki fyri jarðarbrúki longu í 2050, og tí eru vit noydd til at taka okkara brúk av havinum uppaftur til nýggja viðgerð, tí í dag fáa vit bert 2% av okkara matvørum úr havinum, hóast havið er 70% av jørðini.
Burturmáan, niðurpíning av landbúnaðarjørð, og greiðu teknini um at tilfeingið av feskvatni er undir trýsti, gera okkum tilvitað um, at vit mugu hyggja til havs eftir møguleikum at sáa og heysta, eins og vit áður hugdu út á bøin. Og tá ið umhvørvisárinini av havbúnaði bert eru ein túsundapartur av landbúnaði vitnar hetta um okkara møguleika at breyðføða heimin við fiski.
Heilsu- og umhvørvisfyrimunirnir við at eta fisk, verða áhaldandi váttaðir og marknaðarførdir av heilsumyndugleikum kring knøttin, og tí er einki løgið í, at nýtslan av fiski fyri hvønn íbúgva í heiminum er vaksandi. Ein nýtist bert at hyggja til Kina, har miðalstættin er vaksandi, fyri at síggja eitt dømi: Í 1961 át hvør íbúgvi í Kina 9 kg av fiski um árið. Í 2016 var talið 20 kg.
Eftir øllum at døma fær havbúnaðurin ein stóran leiklut í okkara vaksandi tørvi á matvørum til fólk kring knøttin. Havbúnaðurin er tann matídnaður, sum hevur minst tørv á feskvatni og jørð í framleiðsluni, og tað verður óiva ein stórur fyrimunur fyri komandi ættarliðini. Í aðrar mátar er havbúnaður sera tilfeingisgagnligur; fiskur hevur eitt nú ikki tørv á at stýra kropshitanum, ella at nýta orku at mótvirka tyngdarmegina. Hetta viðførir meira effektiva føðsluumskapan, eins og munandi minni kolevnisútlát. Útlátið av laksi er ein tíggjundapart av tí hjá sum neytakjøt. Meðan havbúnaður sjálvsagt hevur verið til í mong túsund ár, so er tað eftir øllum at døma nú, at hann kemur til sín rætt.
Hjá Mowi trúgva vit upp á, at við at ala á havinum kunnu vit framleiða burðardyggan og heilsugóðan mat til fjøldina, og tað fyri ein sámuligan prís.