Dygdargott sjógæti - MOWI - Faroes

Dygdargott sjógæti

AVBJÓÐINGAR

Hvønn dag framleiða vit hágóðskualilaks og virðisøkta vøru. Høga góðskan verður tryggjað við arbeiðsgongdum, starvsfólkamenning og við at læra frá hvørjum øðrum og lata vitan millum lond. Umframt hetta menna vit áhaldandi okkara skipanir innan eftirlit og góðskutrygging, og vit seta í verk nýggja tøkni, sum hjálpir okkum at veita hágóðskuvørur kring allan knøttin.

OKKARA ÍDNI

Hvønn dag ganga vit ynskjunum hjá okkara kundum á møti, og veita teimum ta vøru og tænastu, sum tey vænta. Tá vit ikki megna at ganga ynskjunum á møti, taka vit fegin ímóti afturmeldingum, ið kunnu hjálpa okkum áhaldandi at mennast. Tey boðini hjálpa okkum at seta tiltøk í verk á økjum, har neyðugt er at vísa serstakan ans.

Okkara heimsumfatandi góðskuskipan, Qmarine, er eitt amboð sum tryggjar, at vit arbeiða einsháttað tvørtur um lond. Allar deildir okkara mugu vísa á, at tær hava fingið uttanveltaða váttan fyri matvørutrygdini, fyri at tær sýna nøktandi umhvørvisliga og sosiala ábyrgd og at vælferðin hjá fiskinum er í lagi. Chain of Custody váttanir eru eitt krav, eins og kravt frá GlobalG.A.P, GAA/BAP og ASC.

FRAMTÍÐAR RAÐFESTINGAR

Hóast góðskan á okkara vørum frammanundan er høg, so vita vit, at tað altíð er møguligt at gera tað betri. Afturmeldingar frá okkara marknaðum og frá innanhýsis eftirmetingum geva okkum møguleika at seta viðkomandi tiltøk í verk. Vit stremba áhaldandi eftir at halda høgu góðskuna, og hetta gera vit við gransking og menning innan øll lið, og gjøgnum okkara góðsku- og eftirlitsskipanir.

Í løtuni menna vit eina klaguskipan, sum skal setast í verk í Mowi saman við M3. Saman við M3 hava vit ment eitt telduforrit í samstarvi við Infor. Hetta skal hjálpa Mowi at svara klagum skjótari og neyvari. Harumframt savna vit inn viðkomandi tilfar út øllum heiminum. Hetta hjálpir okkum at seta røtt tiltøk í verk á ymsu økjunum, so vit framhaldandi mennast.

Í Kanada er Mowi farið undir eina røð av verkætlanum og átøkum, fyri betri at skilja hvørji tiltøk skulu setast í verk móti góðskutapi orsaka av Kudoa thyrsites. Orsakað av hesum teimum tiltøkum, sum eru sett í verk er talið av klagum í sambandi við Kudoa thyrsites minkaðar munandi.

Í 2018 settu vit tiltøk í verk fyri at skilja, hvussu vit kunnu betra litin á fiskinum, og vit vænta at síggja eina jaliga gongd á hesum øki framyvir. Viðvíkjandi vanskapan í ryggjargeislunum, hava vit sett gongd á fleiri verkætlanir í royndini at skilja orsøkina til hetta, og at finna fram til, hvørjum átøkum tørvur er á.

Vitja okkara landasíður:

×