Trygt sjógæti
AVBJÓÐINGAR
Alilaksur er bæði tryggur og sunnur at eta. Hesa útsøgn stuðla matvørueftirlitsstovnar kring knøttin, og er prógvað í okkara umfatandi eftirlitsskipan. Vit vita, at summir brúkarar ivast, hvørt alilaksur er umhvørvisliga dálkaður, er fongdur við sjúkuelvandi bakterium ella leivdum av heilivági. Okkara tilgongd í Mowi er at vera so gjøgnumskygd sum gjørligt, og deila tí okkara granskingarútslit í royndini at basa skeivu fatanunum, sum eru um alilaks.
OKKARA ÍDNI
Tryggleikin hjá okkara brúkarum hevur hægstu raðfesting. Í sambandi við framleiðslu av alilaksi, eru tríggir høvuðstættir innan matvøru vandamál. Teir eru: Umhvørvislig dálking, sjúkuelvandi bakteriur og leivdir av heilivági. Umhvørvisliga dálkingin í okkara fiski er væl lægri enn markið, sum er sett av matvørumyndugleikum kring heimin. Í okkara eftirlitsskipan hava vit eisini eftirlit við tungmálmi, týningarevnum, GMO, mycotoxinum og dioxin/PCB.
Sjúkuelvandi bakteriur eru hildnar í skák við at fyribyrgja dálking í okkara vørum, bæði fyri at dygdina í okkara egnu liðugtvørum, og fyri at tryggja, at fiskurin, sum verður seldur til at verð meirvirkaður er vandaleysur. Listeria monocytogenes er eitt av møguligu sjúkuelvandi evnunum, sum eru at finna í fiskavørum, sum verða etnar uttan at verða hitaviðgjørdar áðrenn. Orsaka av vaksandi søluni av ráum laksi í vørum sum sushi, er tað enn meira umráðandi at tryggja, at eingin vandi er fyri listeriadálking.
Vit hava sera stranga tilgongd til heilivágnýtslu og leivdir av heilivági, og verða hesi nýtt við sjúkufyribyrging og við djóravælferð fyri eyga. Eins og við menniskjum og øðrum djórum, so kann fiskur gerast sjúkur og hava tørv á viðgerð. Heilsan hjá okkara fiski liggur í hondunum á serkønum, og nýta vit einans heilivág, tá ið onnur átøk ikki megna uppgávuna, ella tá ið vælferðin hjá fiskinum er í vanda. Allur heilivágur er útflýggjaður av góðkendum djóralæknum ella serkønum innan fiskavælferð, og hátturin at fáa heilivág góðkendan og í nýtslu er strangliga stýrdur av viðkomandi myndugleikum. Munagóðar koppsetingar hava ført við sær, at tørvurin á bakteriutýnandi evnum á flestu aliøkjum er nógv minkaður. Um heilivágur kortini verður nýttur, gera vit tað so, at tíðarskeiðið, har fiskurin er í sambandi við heilivágin, er í tráð við reglugerðir hjá myndugleikunum Harafturat føra vit okkara egna stranga eftirlit, so vit kunnu vátta og prógva fyri okkara kundum, at endavøran er trygg.
FRAMTÍÐAR RAÐFESTINGAR
At verja um tað álit, sum okkara kundar hava á okkum, er eitt sera stórt atlit hjá okkara fyritøku. Vit fara tí framyvir at víðarimenna okkara drúgvu eftirlitsskipanir, sum fylgja við gongdini á rávørunum og tí føðslu, sum fiskurin fær – hetta fyri at tryggja, at støðið á umhvørvisárinum er munandi lægri enn trygdarreglurnar hjá matvørumyndugleikunum siga. Samstundis fara vit at arbeiða fyri halda sjúkuelvandi bakterium í skák, so tá brúkarin etur okkara alilaks, so kenna tey seg vís í, at maturin er tryggur at eta. Við gjøgnumskygni fyri eyga, er okkara mál at veita vísindalig prógv um okkara vørur, so at brúkarar kunnu taka skilagóðar avgerðir út frá hesum.
Skuldu vit kortini komið í eina støðu, har sporing av okkara vørum er neyðug, hava vit seinasta árið ment eina sporingstilgongd fyri Mowi. Hendan tilgongdin er stuðlað av Infor M3 Graphical Lot Tracker (GLT). Í sambandi við at M3-skipanin verður verksett í Mowi, verður GLT á øllum BU’um. Tá hetta er gjøgnumført í 2019, verður Mowi einasta alifyritøkan í heiminum, sum hevur fulla sporing frá rogni og gjøgnum alla virðisketuna, til laksurin endar á døgurðaborðinum.