Ársfrásøgn 2018 fyri Mowi
Vit hava latið úr hondum okkara fyrstu ársfrásøgn í okkara nýggja hami, har vit geva okkara partaeigarum eitt gott innlit í okkara virðisketu.
Heimsis størsta alifyritøka kunngjørdi í 2018 navnaskiftið til Mowi, og tilhoyrandi brandingina. Skiftið var lutvíst ein heiðran av undangongumonnunum innan laksaaling, men eisini ein viðurkenning av, at fyritøkan nú eigur og stýrir allari virðisketuni.
Ársfrásøgnin sigur nærri frá virðisketuni, sum er ment seinastu 50 árini, bólkað sum Fólkið, Heimurin, Vinningur og Vøra. Seinasta evnið sigur frá menningarætlanini at samskifa beinleiðis við brúkaran.
“Í 2018 rukku vit einum serstakliga týdningarmiklum varða í søgu felagsins, við skiftinum til eitt alheims brand,” greiðir Alf-Helge Aarskog, forstjóri, partaeigarunum frá. “Tíðin er nú búgvin, eftir áralangt menningararbeiði innan allar høvuðstættirnar í virðisketuni: Yngling, fóður, aling, góðsking og søla.”
“Vit vilja skapa gjøgnumskygni og vísa okkara fullu virðisketu,” sigur Andreas Johler, stjóri innan branding. “Okkara royndir vísa, at hetta hevur týdning fyri okkara brúkarar á øllum marknaðum. Fólk vilja vita meira, og vit vilja geva fólki góða kunning, so tey lættliga kunnu síggja hvat vit gera og hvussu vit virka.”
Ein háttur at tryggja hetta støðið av kundasamskifti er at lesa á síðu 76 í ársfrásøgnini: Ein serstøk QR-kota, sum kann lesast á einhvørjari smartelefon, sum gevur beinleiðis kunning um alla lívsleið laksins, herundir upprunastað og føðsluvirði. Enn er hetta bert møguligt við laksinum við Mowi-brandinum, men við tíðini er ætlanin at hetta skal vera ein møguleiki á fleiri og fleiri vørum.