Vit leiða bláu kollveltingina
Tað er ikki hissini uppgáva at átaka sær at leiða bláu kollveltingina.
Sum talið av heimsins íbúgvum alsamt veksur, veksur tørvurin á heilsugóðum mati. Havið megnar ikki av sær sjálvum at nøkta dagsins tørv, so vit hava upp á stutta tíð megnað at gjørt aling til eitt gott ískoyti til fiskivinnuna.
Og nú alivinnan kring heimin stendur nú fyri meira fiskavørum enn fiskivinnan gerst tað alsamt meira týdningarmikið, at heimsins størsti alari av laksi – Mowi – átekur sær leiklutin at tryggja burðardyggu menningina av havbúnaðinum. Hetta kall taka vit í størsta álvara: Tað er alneyðugt fyri at kunna varðveita okkara hav, okkara heilsu, okkara starvsfólk og samfelagið sjálvt, har vit virka og liva.