Aquaculture Stewardship Council

Aquaculture Stewardship Council

Okkara mál um at okkara framleiðsla skal vera góðkend eftir hægstu ásetingunum innan burðardygd, sum ASC setur, prógvar okkara miðvísi at geva okkara kundum bestu møguleikar at velja sjógæti, sum er framleitt á burðardyggan hátt. Okkara mál um at verða 100% góðkend hjá ASC í seinasta lagi í 2020 er eitt týdningarmikið mál fyri at fremja broyting í okkara vinnu, og fyri at tryggja burðardyggan vøkstur hjá Mowi.

Mowi raðfestir gjøgnumskygni, og sum partur av okkara ASC-góðkenning almannakunngera vit ávísar upplýsingar. ASC-frágreiðingar og kanningarúrslit av okkara støðum finnast í fullum líki her.

Sí okkara ASC-kunning

Trýst á navnið á støðini fyri at síggja seinastu ástaðarmetingina hjá ASC. Støðir uttan leinki verða dagførdar leypandi. Áður almannakunngjørdar ASC-frágreiðingar kunnu fáast til vega við at venda sær til media@mowi.com.