Global Salmon Initiative - MOWI - Faroes

Global Salmon Initiative

Ein bólkur, umboðandi 70% av altjóða alivinnuni, almannakunngjørdi í 2013 teirra felags stevnumið, at virka fyri at burðardygd sum felags mál.

Við Global Salmon Initiative (GSI) samstarva 15 altjóða alifyritøkur, harímillum Mowi, við tí fyri eyga at fremja størri vinnuligt felagsstev og gjøgnumskygni fyri at tryggja áhaldandi framstig innan burðardygd í alivinnuni. Samstarvið miðar eftir at skapa stór frambrot, so alilaksur gerst ein munagóð proteinkelda, at metta eitt støðugt vaksandi fólkatal. GSI leggur herðslu á øki, har tey kunnu gera stór, men realistisk framstig innan fyri ein avmarkaðan tíðarkarm. Málið er at betra úrslitini í vinnuni fyri hesar 3 súlur innan burðardygd:

  • Minka um unhvørvisárin
  • Økja sosiala íkastið
  • Varðveita fíggjarligan vøkstur

Vitja okkara landasíður:

×