Samstarvið við WWF
Í øllum sum Mowi ger eru árinini á náttúruna eitt fokusøki. Síðan 2008 hevur Mowi samstarvað við WWF í Noregi fyri at styrkja áherðsluna á burðardygga alivinnu og fyri at vera við til at menna umhvørvisligu skipanirnar hjá allari vinnuni. Mowi hevur bundið seg til at, saman við WWF í Noregi, munadygt at virka fyri vinnuligari umhvørvisvernd og harvið stuðla endamálinum hjá WWF at broyta marknaðir, stovnar og lógarsmíð fyri at minka um hóttanir móti lívfrøðiliga margfeldinum á jørðini.
Samstarvið millum Mowi og WWF í Noregi fevnir eisini um at neyvt skráseta og arbeiða við møguligu umhvørvisárinunum av:
- Bland av ílegunum frá mistum alilaksi og villum laksi
- Avlát frá aling í sjógvi og á vøtnum
- Møgulig árin á villan laks av sjúku og lús frá alilaksi
- Kanningar av at nýta plantu- og havbaseraða rávøru til laksafóður