Tað er ikki hissini uppgáva at átaka sær at leiða bláu kollveltingina. Sum talið av heimsins íbúgvum alsamt veksur, veksur tørvurin á heilsugóðum mati. Havið megnar ikki av sær sjálvum at nøkta dagsins tørv, so vit hava upp á stutta tíð megnað at gjørt aling til eitt gott ískoyti til fiskivinnuna. Og nú alivinnan kring...
Vit hava latið úr hondum okkara fyrstu ársfrásøgn í okkara nýggja hami, har vit geva okkara partaeigarum eitt gott innlit í okkara virðisketu. Heimsis størsta alifyritøka kunngjørdi í 2018 navnaskiftið til Mowi, og tilhoyrandi brandingina. Skiftið var lutvíst ein heiðran av undangongumonnunum innan laksaaling, men eisini ein viðurkenning av, at fyritøkan nú eigur og stýrir...
AVBJÓÐINGAR Hvønn dag framleiða vit hágóðskualilaks og virðisøkta vøru. Høga góðskan verður tryggjað við arbeiðsgongdum, starvsfólkamenning og við at læra frá hvørjum øðrum og lata vitan millum lond. Umframt hetta menna vit áhaldandi okkara skipanir innan eftirlit og góðskutrygging, og vit seta í verk nýggja tøkni, sum hjálpir okkum at veita hágóðskuvørur kring allan knøttin....
AVBJÓÐINGAR Alilaksur er bæði tryggur og sunnur at eta. Hesa útsøgn stuðla matvørueftirlitsstovnar kring knøttin, og er prógvað í okkara umfatandi eftirlitsskipan. Vit vita, at summir brúkarar ivast, hvørt alilaksur er umhvørvisliga dálkaður, er fongdur við sjúkuelvandi bakterium ella leivdum av heilivági. Okkara tilgongd í Mowi er at vera so gjøgnumskygd sum gjørligt, og deila...
Søgan hjá havbúnaðinum byrjaði í Kina fyri meira enn 2000 árum síðani. Alingin av karpa nøktaði ein grundleggjandi tørv; at hava støðugt útboð av fiski, sum ikki var bundið av árstíðunum ella váðanum, sum hoyrir til vanliga fiskivinnu. Seinastu áratíggjuni hava víst, at flestu fiskastovnar eru tømdir, og at tøkan í alheimshøpi er antin minkandi...
2018 fer helst í søgubøkurnar sum árið, har evni sum veðurlagsbroytingar og umhvørvissinni fóru frá at vera nakað, sum fá høvdu áhuga í, til at vera høvuðsevnið kring knøttin. Havbúnaðurin og serstakliga laksaaling hevur eina góða søgu at siga um júst hetta. Seinasta oktobur, tá ið veðurlagsfrágreiðingin hjá Sameindu Tjóðum varð almannakunngjørd, varð kravið um...
Laksur er ikki bara vælsmakkandi. Hann er eisini eitt gott val tá ið umræður heilsuna. Í roynd og veru verður laksur ofta umrøddur sum sera føðslugóður matur, og hetta ger okkara vørur til nakað serstakt. Í hesum døgum hava meira enn 30 % av brúkarum minkað um nøgdina av kjøti, sum tey eta. Samstundis eta...
Vitja okkara landasíður:
×